Petur Pólson hjálpir tykkum at vekja orðini!
Hetta sigur Petur um verksmiðjuna:
"Ein verð fyri seg.
Har tú ikki ert tengdur at ljósi, ljóði ella skuggum.
Har tú sleppur inn um mørkini. Og út um they.
Har forðing ikki er.
Har ongin dómur er.
Har tú sleppur at siga tað tú vilt.
Har tú sleppur at tiga tað tú vilt.
Her er ongin, sum sigur tær, hvør tú skalt vera, hvussu tú skalt vera, hvat tú skalt hugsa, hvussu tú skalt hugsa. Tú setur tíni egnu mørk og sprongir tey. Ver vælkomin, tak teg sjálvan við, og eitt sindur av lívinum og øllum tí meldri, sum er í tí.
Kom innar har ongin happar, fordømir ella sleppur at vera ein forðing."
Um Petur:
Eg eri 39 ára gamal (fylli 18. január). eg havi skrivað síðani eg sum 8 ára gamal fekk eina skrivimaskinu frá ommu míni. Tá eg kom heim, læsti eg meg ofta inni og skrivaði. Alt. Søgur, yrkingar, sangir, hugleiðingar. Onki hevði sum so nakað endamál. beinanveg. Men seinni. Eg kendi tað - og kenni tað enn - sum at skriva gevur mær fullkomið frælsi, ella so nær fullkomnum frælsi, sum eg kann sleppa at smakka tað. har eru ongar avmarkingar. Ongin happar, trýstir, glepsar harraboð, onki mjarr, ongin júkar. Tú hevur í veruleikanum frælsi at gera og siga og hugsa og kenna og skriva alt, sum fellur tær í huga. eg trúgvi uppá, at heimurin bert hevur tey mørk, sum tú sjálv/ur skapar. Í okkara hugaheimi snýr tað seg um at finna sannleikan í tí, sum tú hevur uppá hjarta. og - vónandi - fáa tað niður á blað. ella onkra aðrastaðni.
Eg havi givið út 5 yrkingarsøvn. vann bókmentavirðisløn í 1997. Eg havi spælt tónleik síðani 1992. mest við bólkum sum Visible Fish og Clickhaze. havi eisini givið tvær fløgur út undir egnum navni. Koma (2005), Tokyó (2009) og Transit (2011).