Niclas og Lena høvdu eisini væleydnaða tónleika- og sangskrivaraverksmiðju á UíF 2010. Tá fekk Lena tíverri forfall, men vit eru spent at fáa tey bæði hesaferð!
Hetta siga Niclas og Lena um verksmiðjuna:
"Í tónleikaverksmiðjuni fara vit at leggja serligan dent á sangskriving. Hevur tú ongantíð áður skrivað ein sang, men ynskir at royna tað, so er hetta rætta høpið. Hevur tú longu skrivað løg og ynskir at menna teg, so er hetta eisini rætta staðið at fáa íblástur og vegleiðing innan sangskriving. Umframt at skriva sangir verður eisini arbeitt við samanspæli og at geva tykkara sangum eitt sound og ein tónlistarligan samanhang, so tit sum tónleikarar og sangskrivarar kunnu framføra tykkara nýggju verk fyri lurtandi fjøld. Tað verður við fullum drøni. Tað verður spennandi. Og tað verður stuttligt!"
Lena Anderssen er songkvinna og sangskrivari, ið júst hevur givið út sína 4. fløgu undir egnum navni. Lena hevur framført sín egna tónleik kring allan heim.
Niclas Johannesen
Niclas Johannesen hevur verið partur av yvir hundrað tónleikaútgávum, antin sum tónleikari, sangskrivari ella produsari.


Ingen kommentarer:
Send en kommentar