Joel Colas fer at leiða sirkusverksmiðjuna. Tað gjørdi hann eisini á UíF 2010, og var tað ein stór uppliving fyri tey sum luttóku og fyri tey, sum hugdu at stóru almennu felagssýningini sunnudagin á stevnuni.
Joel Colas
er útbúgvin klovnur og línudansari frá Centre National des Arts du Cirque de Châlons en Champagne í Fraklandi og arbeiðir í fleiri sirkusum sum klovnur og línudansari.
Joel hevur ferðast nógvastaðni í heiminum við sýningum sínum, m.a. eisini í Føroyum har hann tvær ferðir hevur verið, fyrst við sýningini "KAO" og so við "A & O présentent &".
Um verksmiðjuna sigur hann:
"Fyri at geva tykkum eina mynd av tí, vit fara at gera :
Tak varliga ein einfaldan og einslittan lut. Hygg væl at honum, snodda til hann, nem við hann, flyt hann runt á ymsar hættir til hann at enda tosar við teg. Um hann onki sigur, miss ikki mótið. Hugsa ikki so nógv og byrja umaftur við opnum eygum og oyrum.
Lat lutin javnviga á høvdinum á tær, so tú betur fært lurtað eftir honum.
Um hann framvegis onki sigur: Gevst at fara so væl við honum. Kitla hann, rist hann, blaka hann upp í loft ella lat hann rulla ella glíða eftir gólvinum, ger alt møguligt klikkað við hann, alt sum fellur tær inn.
Hevur hann enn onki sagt, so vita, hvat tú kanst siga, við øllum tí, sum tú longu hevur gjørt."

Ingen kommentarer:
Send en kommentar