fredag den 9. december 2011

Søgan um Ung í Føroyum - 1. partur

Komandi Ung í Føroyum-stevnan er tann 11. stevnan í røðini síðani UíF var sett á stovn í 2001.



Fyrsta stevnan varð hildin í Norðurlandahúsinum mánaðarskiftið januar/februar 2001.


Endamálini við stevnunum eru býtt upp í trý:
  1. At skapa ein "pall" fyri føroyskari ungdómsmentan. T.v.s. at her skal bera til hjá øllum áhugaðum at síggja, hvat føroysk ung hava áhuga í á mentanarøkinum, tá tey sjálvi avgerða, hvat ungdómsmentan er. Hetta verður gjørt við almennari felagssýning og opnum húsið.
  2. At geva ungum innlit í, hvussu tað er at arbeiða listarliga av álvara. Hetta verður gjørt við at geva teimum ungu møguleikan at arbeiða á listaverksmiðjum og fáa leiðbeinan av yrkislistafólkum.
  3. At geva ungum í øllum landinum, sum eru listarliga áhugaði, møguleika at hittast og soleiðis nøra um mentanararbeiði, -samstarv og áhuga.
Stevnurnar eru fyri øll ung í aldursbólkinum 13 til og við 18 ár, sum eru listarliga virkin.
Tey skulu sjálvi tekna seg til stevnuna, sum verður kunngjørd í fjølmiðlunum og gjøgnum skúlaskipanina.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar