Fyrsta kvøldið á stevnuni vísa tey ungu fram ymiskt, sum tey sjálvi hava fyrireika heimanifrá, antin á palli ella á listaframsýning. Hetta er ein innanhýsis sýning fyri øll sum eru við á stevnuni.
Síðani eru listaverksmiðjur, har arbeitt verður intensivt í hálvanannan dag.
Alt endar við stórari framførslu, har arbeiði frá verksmiðjunum verður sett saman og víst fyri almeninginum.
Stevnurnar eru annaðhvørt ár í Norðurlandahúsinum, og eru skipaðar sum legur við gisting.
60 ung sleppa vanliga at luttaka, og tey, sum tekna seg við einhvørjum at vísa fram á innanhýsis sýningini fáa framíhjárætt, um fleiri enn 60 tekningar koma inn.
Í 2005 og 2007 vóru 4 minni stevnur úti um landið, sum kommunurnar fíggjaðu. Hetta gjørdi, at enn fleiri ung fingu møguleikan at luttaka, men tíverri hava kommunurnar seinastu árini ikki havt orku til at stuðla tiltakinum.

Ingen kommentarer:
Send en kommentar