fredag den 9. december 2011

Ung í Føroyum nýggjan blogg




Ung í Føroyum 2012 standa nú fyri durunum. 17. til 19. februar verður aftur stór ungdómsmentanarstevna í Norðurlandahúsinum, har 60 ung úr øllum landinum fara at hittast og gera spennandi, ótrúlig og nýskapandi listaverk í ymsum listagreinum.

Heimasíðan hjá Ungum í Føroyum er óvirkin í løtuni, tí hava vit valt fyribils at leggja allar nýggjar upplýsingar út her á bloggin og sjálvandi eisini á heimasíðuna hjá Norðurlandahúsinum.

Skjótt fer at bera til at tekna seg til stevnuna og tí fara vit at leggja brellbitar frá verksmiðjuleiðarunum út her fyrsta dagin.

Meðan tit bíðja, kunnu tit hugna tykkum við at hyggja at myndum frá stevnunum, ið hava verið, HER!

Ingen kommentarer:

Send en kommentar