Og so tað sum vit øll eru mest spent at hoyra um:
Hvørji verða verksmiðjuleiðarar hesaferð?
Vit hava savnað ein bólk av frálíkum listafólkum:
Brandur Patursson, sum fer at leiða myndlistaverksmiðjuna.
Lena Anderssen og Niclas Johannesen, sum fara at leiða tónleikaverksmiðjuna.
Petur Pólson, sum fer at leiða skriviverksmiðjuna.
Annfinnur Heinsesen, sum fer at leiða sjónleikaverksmiðjuna
og so tvey spennandi listafólk úti úr stóru verð:
Joel Colas, sum fer at leiða sirkusverksmiðjuna og
Kate Corkery, sum fer at leiða frásøguverksmiðjuna.
Til at skipa fyri stóru felagssýningini sunnudagin 19. februar hava vit fingið tvær dugnaligar ungar kvinnur:
Birnu Heinesen og Rakul Thomsen, sum báðar verða lidna at lesa dramaturgi komandi summar.
Projektleiðarar fyri verkætlanini eru aftur í ár Hedvig Westerlund-Kapnas og Rakel Helmsdal.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar