fredag den 9. marts 2012
Tey elska "Ib" í Keypmannahavn!
onsdag den 29. februar 2012
Myndamappur
Nógvar góðar myndir vórðu tiknar á stevnuni. Tær bestu eru langar í myndalbum á netinum. Her eru leinkjur til tey:
![]() |
| UíF 2012 - Áðrenn stevnuna |
![]() |
| UíF 2012 Fríggjakvøldssýningin |
![]() |
| UíF 2012 Listaframsýningin |
![]() |
| UíF 2012 Leygarmorgun |
![]() |
| UíF 2012 Døgðurastegður |
![]() |
| UíF 2012 Skriviverksmiðjan |
![]() |
| UíF 2012 Tónleikaverksmiðjan |
![]() |
| Uíf 2012 Sirkusverksmiðjan |
![]() |
| UíF 2012 Frásagnarverksmiðjan |
![]() |
| UíF 2012 Myndlistaverksmiðjan |
![]() |
| UíF 2012 Sjónleikaverksmiðjan |
![]() |
| UíF 2012 - Hugnakvøld |
![]() |
| UíF 2012 Sunnumorgun upphiting |
![]() |
| UíF 2012 - Millum verksmiðjur |
![]() |
| UíF 2012 - Víkaða listaframsýningin |
![]() |
| UíF 2012 - Felagssýningin + aðalroynd |
fredag den 24. februar 2012
Ung list í Norðurlandahúsinum alla vikuna
Ung í Føroyum er av á hesum sinni, men so er ikki við listaframsýningini.
Stór framsýning av verkunum, sum nøkur av ungu listafólkunum høvdu við á stevnuna, hevur hingið uppi síðani síðsta fríggjadag. Sunnudagin vaks framsýningin til tað dupulta, tá tey ungu hongdu verk upp, sum tey høvdu framleitt á stevnuni.
Verkini hanga uppi vikuna út.
Her er tey verkini at síggja, sum vóru gjørd undan stevnuni:
![]() |
| UíF 2012 Listaframsýningin |
Ung í Føroyum takka stuðlum sínum
Nú stevnan er farin aftur um bak, vilja vit takka okkara stuðlum og øðrum sum sýndu okkum vælvild.
Stuðlar okkara hesa ferð hava verið:
Stuðlar okkara hesa ferð hava verið:
Tórshavnar Býráð
MBM
Poul Michelsen
Føroyaprent
Listaskálin
Nógv hava verið við at gera hesa stevnuna til veruleika, fyri ongan at gloyma, nevna vit ongan og takka í staðin hjartaliga øllum, sum hava rætt eina hjálpandi hond, hava víst góðan vilja og givið okkum góðynski.
Kortini hava vit eina serliga tøkk til okkara dugnaligu stórasystkin. Tit hava verið til ómetaliga stóra hjálp!
Kortini hava vit eina serliga tøkk til okkara dugnaligu stórasystkin. Tit hava verið til ómetaliga stóra hjálp!
1000 takk øll somul
torsdag den 23. februar 2012
Tónleikaverksmiðjan í stuttum
Nicolai Jensen, stóribeiggi hjá Tónleikaverksmiðjuni, sigur frá:
1. dagur
Aftaná sýningarnar vóru vit í tónleikabólkinum býtt upp í 4 bólkar. Síðani fóru vit hvør til sín at skriva eitt lag. Eg byrjaði við at hjálpa runt í bólkunum við ymisk umhugskot, tad sama gjørdu Niclas og Lena. At enda høvdu bólkarnar fingið hol á sangskrivingini.
2. dagur
Vit byrjaðu beinanvegin at royna at skriva løgini liðug til klokkan 13. Bólkarnir vóru tó lidnir uml. kl 16. Tá savnaðust vit og royndu at seta bólkar saman, so at hvør bólkur fekk ein tummuspælara. Løgini vóru presenteraði fyri bólkunum og kritikkur og hugskot til framførslu varð givin. Vælnøgd og væl á leið til konsertina sunnudagin, endaðu vit dagin. Hugnakvøldi var komi, og eg goymdi meg All around. (Sipað verður til postarenningina, har ein postur var "Finn Nicolai") :)
3. dagur
Øll framførdu fyri hvørjum øðrum og vit vandu løgini so væl vit kundu. Vit bóru útgerðina inn í konsertsalin og tóku sangirnar ígjøgnum nakrar ferðir fyri at vissa okkum um, at alt var, sum tad skuldi, td. ljóðið í monitorunum, ljóð levels.
Vit fóru hvør til sín og gjøgnumgingu sangirnar, so at vit vóru mentalt klár til framførsluna.
Her eru fleiri myndir frá verksmiðjuni:
![]() |
| UíF 2012 Tónleikaverksmiðjan |
søndag den 19. februar 2012
Endaspurturin hjá myndlistafólkunum
Lydia Hansen, stórasystir á Myndlistaverksmiðjuni, skrivar:
Í dag hava tey ungu í verksmiðjuni hongt listaframsýningina upp sjálvi. Eisini hava tey lagt síðstu hondina á “maskottin” Ib, ið skal sýnast fram á pallinum. Tey fyrireika seg til endaframførsluna, og hava funnið ein hátt at taka lut á pallinum, júst sum hinir luttakararnir.
Tey í myndlist hava fingið nakrar draktir frá sjónleikaverksmiðjuni, ið tey hava málað. Meðan tíð er, so sita tey í løtuni og arbeiða uppá nýggj listaverk, ið skulu vera við til listaframsýningina hjá teimum.
Í dag hava tey ungu í verksmiðjuni hongt listaframsýningina upp sjálvi. Eisini hava tey lagt síðstu hondina á “maskottin” Ib, ið skal sýnast fram á pallinum. Tey fyrireika seg til endaframførsluna, og hava funnið ein hátt at taka lut á pallinum, júst sum hinir luttakararnir.
Tey í myndlist hava fingið nakrar draktir frá sjónleikaverksmiðjuni, ið tey hava málað. Meðan tíð er, so sita tey í løtuni og arbeiða uppá nýggj listaverk, ið skulu vera við til listaframsýningina hjá teimum.
Sunnumorgun í fullari ferð
Í morgun vóru fólk ikki so tíðliga á fótum sum í gjár, og kvirt var við morgunmatarborðið.
So kom ferð á verksmiðjurnar og allan fyrrapartin hevur húsið surrað av fólkið. Myndlistafólkini hava hongt upp stóra framsýning, og sangur hevur ljóðmað úr Dansisalinum, har tónleikararnir venja sínar nýskrivaðu sangir.
Stórasystkini hava gingið kring húsið og sett upp løgin ting, eftir boðum frá framleiðarunum.
Nú eftir døguðran eru pallroyndirnar farnar í gongd og kl. 14:30 verður aðalroynd.
Felagsupphitingin setti spakuliga ferðina upp. Annfinnur fekk øll uppá gólv og Brandur hevði eitt snarskeið í ninjakonsentratión.
So kom ferð á verksmiðjurnar og allan fyrrapartin hevur húsið surrað av fólkið. Myndlistafólkini hava hongt upp stóra framsýning, og sangur hevur ljóðmað úr Dansisalinum, har tónleikararnir venja sínar nýskrivaðu sangir.
Stórasystkini hava gingið kring húsið og sett upp løgin ting, eftir boðum frá framleiðarunum.
Nú eftir døguðran eru pallroyndirnar farnar í gongd og kl. 14:30 verður aðalroynd.
Frásagnarverksmiðjan leggur seinast hond á
Sunniva Holm Poulsen, stórasystir í Frásagnarverksmiðjuni, skrivar:
Í morgun deildi frásagnarverksmiðjan seg tvey og tvey, og luttakararnir greiddu hvør øðrum frá eini søgu ella hending úr lívi sínum. Síðan skuldu tey megna at siga eina søgu, ið tey einans høvdu hoyrt einaferð, og greiða frá sum var hon teirra egna. Í øllum søgunum vóru dramatisk tema og effektir, og vístu at nógvar góðar søgur liggja goymdar í teim ymsu hendingunum og upplivingunum úr okkara egna daglidegi og lívið.
Arbeitt verður víðari við søguni um Einu, ið luttakararnir gjørdu í felag í gjár, og hon fer at verða at hoyra í stóru sýningini í kvøld.
Atgongumerki til sýningina kunnu keypast á www.nlh.fo
Fjølbroytt skrivikynstur
Regin í Dali, stóribeiggi í Skriviverksmiðjuni, skrivar:
Eftir morgunmatin fór skriviverksmiðjan undir at líma orð, tey høvdu klipt út kvøldið fyri, niður á lita papp. Henda venjing ber heitið ”Cut Up”. Við ”The Civil Wars” í oyrunum vóru øll spent við at koma í gongd. Surrealistiska sjálvportrettið tey fingu burturúr var bæði undrunarvert og stuttligt.
Eftir fruktsteðgin fóru øll inn í verksmiðjuna aftur, og næst á listanum var at lurta eftir einum tónleika stykki í 15 minuttir. Tá stykki var liðugt, mátti arbeiðsfólki fram í teimum ungu. Nú var at skriva tær associatiónir tey høvdu til stykki, niður. Tvær fóru at gera tekst til ein av tónleikabólkunum, meðan hini arbeiddu víðari við sang-associatiónuum.
Aftaná døgurðasteðgin fóru luttakarnir í ymsar bólkar, og fóru út á hinar verksmiðjurnar at skriva.
Fyri at taka samanum so byrjaði skriviverksmiðjan eitt sindur friðarliga og róliga, men eftir døgurða so fóru tey í gongd við einari rúkandi ferð og nógv kom burturúr.
![]() |
| UíF 2012 Skriviverksmiðjan |
Leygardagurin samanumtikið
At greiða stutt frá einum degi við so nógvum ótrúligum á skránni, er ikki ein einføld uppgáva.
Fyrst mugu vit ímynda okkum, t Norðurlandahúsið er á tremur við kreativum ungfólkið. Í hvørjum króki eru bólkar sum skapa, nøkur skriva, onnur yrkja nýggjar sangir. Nøkur siga frá søgum, sum tey júst hava funnið uppá. Einastaðni flúgva reyðir bóltar í luftini og aðrastaðni ganga tey í takt til eina trummu. Hetta ljóðar ikki beinleiðis friðarlig, men satt at siga var óvanliga friðarligt í Norðurlandahúsinum í gjár.
Skapandi processin er altíð sera fjølbroytt, men helst er tað galdandi fyri tey flestu, at tær løturnar tú fært mest burturúr, varnast onnur ikki, at tú ert til. Soleiðis kendist tað í gjár. Øll seksti ungfólk vóru so upptikin av tí tey skaptu, at stundir vóru ikki til at rokast.
Í Sirkusverksmiðjun lærdu tey so nógvar ymsar hættir sum gjørligt at lofta stykkum av reyðum túll og reyðum bóltum í øllum støddum. Hálvur annar dagur er ikki nóg mikið at læra sirkuskynstur. Hetta skalt tú venja í áravís, um tú skalt gerast veruliga góður, men at tað við góðar vegleiðing ber til at koma langt, gongur sjón fyri søgn á Ungu í Føroyum.
Tónleikaverksmiðjan plagar at verða i Dansisalinum, tí har er einasta rúmið, sum er ljóðdoyvt. Hetta vikuskiftið er Dansistovan har tey minst hava verið. Tey hava sitið í smáum bólkum í øllum møguligum krókum og yrkt og vant. So friðarligt sum man ikki kann vænta at modernaður tónleikur kann vera. Áhugavert verður at hoyra, hvussu tað fer at ljóða á pallinum sunnukvøldið.
Skriviverksmiðjan hjá Petur Pólson hevur verði eins óstøðum og tónleikararnir. Tey hava verið at funnið kring alt húsið, djúpt konsentreraði skrivandi tekstir kveiktar av tí sum er kring tey.
Myndlistaverkamiðjan hevur satt at siga verið tann mest larmandi, men tað er bert tí tey hava stuttleika sær. Í verkstaðinum handan pallin hava tey teknað risastóra felagsmynd, tekna felagsmyndir uppá tíð og modellera egnar standmyndir.
Frásagnarverkamiðjan hjá Kate Corkery hevur verið í stóra salinum ein part av degnum. Tey hava yrkt eina søgu saman og vant at siga frá henni.
Sjónleikararnir hjá Annfinni Heinesen hava gjørt leikbrot við stórum kenslum og fáum orðum, tað hevur verið hugtakandi at eygleiða.
Leygarkvøldið endaði við hugnakvøldið í føstulávintshýri og opnum palli við sera ymsum framførslum.
lørdag den 18. februar 2012
Fingið nógv burturúr í Sirkusverksmiðjuni
Bjarni Falkvard Joensen, stóribeiggi í Sirkusverksmiðjuni, skrivar:
Hesir seinastu dagarnir hava verið bæði stuttligur og læruríkir. Fólkini í verksmiðjuni hava verið røsk at fylgja við, og gjørt, sum hevur verið sagt. Vit hava fingið nógv burtur úr bæði í dag og í gjár, og vit eru so smátt vorðin klár til framførsluna í annaðkvøld.
Hóast sínir málsligu avmarkingar dugir Joel væl at læra frá sær, og er eftir mínum tyki ein ógvuligani dámligur maður. Hann hevur nógv at læra frá sær, men tíverri er tíðin ov stutt til at læra meira. Tað vit hava fingið burturúr, hevur ikki verið til fánýtis.
Enn er ein eydnuríkur dagur eftir at framleiða so nógv sum vit kunnu, og vit bíða spent til framførsluna. Men alt hevur sín enda, í morgin fara fólk heim nógvum nýggjum vinum og góðum minnum frá Ung í Føroyum.
''Leingi livið'' Sirkusverksmiðjan.
![]() |
| Uíf 2012 Sirkusverksmiðjan |
Leygardagurin í sjónleiki
Jimmy Jønsson, stóribeiggi í Sjónleikaverksmiðjuni, skrivar:
Fyrst vil eg siga, at eg eri hvørt ár bilsin um, hvussu fantastiska nógv man kann fáa burturúr uppá so stutta tíð; tað er heilt ótrúligt.
Vit byrjaðu dagin við at gera nógv sjónleikavenjingar, sum hita upp kropp og rødd og týdningarmest av øllum, setur okkum betri í samband við okkara kenslur, so at sjónleikur kann blíva so veruligur og kensluríkur sum gjørligt.
Vit hava síðani fingið 4 smáar leikir upp at koyra, har ætlanin er at framføra tveir av teimum live og tveir við video, men tað er sjálvandi eingin garanti at sama ætlan verður galdandi í morgin.
Gjøgnumgangandi tráður í venjingunum, hevur verið at fáa mest møguligt søgu og handling við einans kenslum og reaktiónum, heldur enn at brúka nógv orð. Alt hettar hava vit at fingið liðugt uppá ein dag!
Eg má geva Annfinnur rós fyri at klára at fáa so nógv burtur úr luttakarum, har summi ongantíð hava roynt sjónleik fyrr, og eg má geva luttakarunum rós fyri teirra stóra vilja til at læra og blóma í kreativiteti.
Eg gitið út frá tí, sum eg havi sæð í dag, at morgindagurin, fer mest av øllum at snúgva seg um at fínpussa alt, sum vit hava fingið burturúr í dag, og eg ivist ikki í, at tað fer at vera fantastiskt.
![]() |
| UíF 2012 Sjónleikaverksmiðjan |
Leygardagurin í myndlistverksmiðjuni
Lydia Hansen, stórasystir í Myndlistaverksmiðjuni, skrivar:
Dagurin byrjaði við at ungdómurin teknaði hvør sær tíðaravmarkað, og síðani góvu tey tekningina víðari til síðumannin/kvinnuna.
Síðani fóru tey í gongd við egið verk, ið er ein “maskottur” fyri verksmiðjuna á hesum sinnið. Sokallaði “maskotturin” er ein samanseting av 30 ørkum, ið ímynda ein figur, sum tey sjálvi hava gjørt. Annars hava tey eisini havt møguleikan at gjørt figurar úr leiðri.
Sum heild hava tey havt rættiliga fríar teymar, men einasta treytin er, at tey einans kunnu arbeiða við svørtum og hvítum.
Tey ungu hava annars stuttleikað sær óført við koli, og tey flestu høvdu uppá eitt ella annað tíðspunkt svart andlit av koli.
Tónleikur hevur verið ein stórur partur av verksmiðjuni. Luttakararnir hava havt møguleika at lurta eftir egnum tónleiki, annars undir diktaturinum hjá verksmiðjuleiðaranum, sum síðani hevur havt ávirkan á teirra arbeiðsferð.
![]() |
| UíF 2012 Myndlistaverksmiðjan |
Ein smakkiroynd frá frásagnarverksmiðjuni
Sunniva Holm Poulsen, stórasystur í Frásagnarverksmiðjuni, skrivar:
Í dag hevur frásagnarverksmiðjan arbeitt við at fáa ein karakter livandi, og hvussu ymisk fysisk eyðkenni og kroppsfokus stuðla upp um eginleikar og sermerki hjá ein 'leikluti', í søguni tú sigur. Hetta kann vera alt frá eini nøs, ið forvitin snoddar eftir slatri, eini brættari bringu, ið sigur frá dirvi og høgum sjálvsáliti til hendur, hvørs flákran avdúka ivasamar tankar.
Luttakararnir hava í felag skapað eina søgu um ta sjálvglaðu og forkelaðu Einu, hvørs foreldur gera og orna alt fyri hana, so at henni ikki nýtist at lyfta hond frá síðu.
Tá foreldrini bæði tvey gerast so sjúk, at tey kunnu ikki gera annað enn at liggja í songini, ber ikki longur til hjá Einu at sita og smílast eftir sínu egnu spegilsmynd. Hon má út at finna eitt hvørt at lekja foreldrini, men er loysnin í veruleikanum nærri enn hon nakrantíð hevði ímyndað sær?
Abonner på:
Opslag (Atom)





















