mandag den 30. januar 2012

Brøvini farin út - hevur tú fingið títt?

Teldubrøvini til øll, sum hava søgt um at sleppa inn á Ung í Føroyum 2012 fóru út fríggjadagin tann 27. januar. Øll skuldu hava fingið bræv, bæði tey, sum eru sloppin inn, tey, sum eru á bíðilista og tey, sum eru biðin at søkja aftur næstu ferð vegna plásstrot.

Tíverri letur tað til, at nøkur eru, sum ikki hava fingið sín teldupost, so tað er av alstórum týdningi, at tit kanna tykkara teldupostbústað, altso tann, sum tit skrivaðu í umsóknina. Hevur tú ongan teldupost fingið frá okkum, kanna so spam-filtrið!! Er framvegis onki, set teg so í samband við okkum á t-post uif@nlh.fo ella ring 216596 (Rakel) ella 210125 (Hedvig).

lørdag den 21. januar 2012

93 vilja á Ung í Føroyum

So er tekningin til Ung í Føroyum 2012 afturlatin, og tað er greitt, at áhugin er ikki minkaður, hóast stevnan nú hevur 11 ár á bakið. 60 sleppa við á stevnuna og heili 93 ung í øllum landinum hava søkt um at sleppa við á stevnuna.
Tað verður ikki lætt hjá teimum, sum skulu velja út, tí tey allarflestu av hesum hava eisini teknað seg við einhvørjum at vísa fram, nakað sum gevur fyrimun fyri at sleppa inn.
Næstu dagarnar fer útvalið fram og í seinasta lagið tann 1. februar fáa øll boð, um tey sleppa við ella ikki.
Tey, sum ikki sleppa við í fyrstu atløgðu, verða sett á bíðilista.

Verksmiðjuleiðarar  og verkætlanarleiðarar gleða seg sera nógv at sleppa at arbeiða saman við hesum ágrýtnu listarligu ungu eitt heilt vikuskiftið!

Í meðan tit bíðja eftir brævinum, kunnu tit hyggja at stevnumyndum frá 2010.

torsdag den 19. januar 2012

Í morgin á midnátt er freistin úti!



Nú eru bert tveir smáir dagar eftir at tekna seg til tað stórstu og stuttligastu ungdómsmentanarstevuna í Føroyum.



So nú er tað lata telduna upp, trýsta teg inn á TEKNINGARSKJALIРog skriva teg inn. 
Hevur tú eitthvørt at vísa fram fyri hinum luttakarunum fríggjakvøldið (eina mynd, eitt foto, ein sang, eitt design, eina standmynd, eina yrking, eina søgu, eitt lag, ein firvald at rulluskoytum, ja stutt sagt alt, sum títt hugflog ikki setur mark fyri), so hevur tú eitt sindur betur kjans at sleppa við á stevnuna, men tað merkir kortini ikki, at tú ongan kjans hevur, um tú ikki hevur nakað at vísa. Tað er tín brennandi áhuga fyri at skapa okkurt listarligt, sum hevur okkara størsta áhuga!!

Kom á Ung í Føroyum, lær eina rúgvu og fá nýggjar vinir, sum hava somu áhugamál sum tú!

Ung í Føroyum er har eldhugaði ung í Føroyum hittast og skapa nakað ótrúligt saman.

mandag den 9. januar 2012

Nú styttist til tekningarfreistina!



Nú eru bert 11. dagar eftir at tekna seg til Ung í Føroyum 2012! So nú er at skunda sær.


Far inn HER og tekna teg.
Og far inn HER og fá at vita hvussu, tú teknar teg.


Har eru so nógvir spurningar, sum tú kanska hevur hug at vita um Ung í Føroyum, men tí hava vit eisini ráð fyri: Fari inn á "Alt tær leingist at vita" um Ung í Føroyum og har er vónandi svar uppá tað mesta.
Finnur tú heldur ikki svarið har, so ring til Hedvig (210 125) ella Rakel (216596) ella send ein sms (minst til títt navn).

torsdag den 5. januar 2012

Ungir dramaturgar skipa endabrestin

Ung í Føroyum hevur nú meira enn 10 ár á baki, og nøkur av teimum, sum vóru við á fyrstu stevnunum, eru nú vaksin og hava tikið listarligar útbúgvingar. Tvær teirra eru Birna Heinesen og Rakul Thomsen, skjótt verða lidnar at lesa dramaturgi. Tær fara at samskipa stóru almennu endasýningina á UíF 2012 sunnudagin 19. februar.

Hetta siga tær sjálvar:


Frá endasýningini á UíF2010
Vit gleða okkum at síggja, hvat tit ungu hava at bjóða, serliga gleða vit okkum til sýningarnar fríggjakvøldið. Vit gleða okkum, saman við tykkum, at vísa føroyingum, hvussu nógv ung og evnarík listafólk vit eiga, og ætla okkum at verða við til at skapa eina sýning, har allar verksmiðjurnar ganga hond í hond og rúm er fyri listarligum margfeldi. Tá áskoðararnir hava sett seg væl til rættis í salinum, og ljósið á pallinum verður tendrað fara vit at vísa eina fantastiska sýning. Hetta er Ung í Føroyum 2012!!

....og kanska er sýningin byrjað, áðrenn hon byrjar!



Um Birnu:
Hey tit, eg eiti Birna Heinesen, eri 25 ár, og lesi dramaturgi á Aarhus Universiteti. Mær hevur altíð dámt væl sjónleik, men eisini alla aðra list, og eg havi verið so heppin, at eg framvegis var ung, tá Ung í Føroyum byrjaði, so eg havi eisini verið við sum luttakari!
Tá eg gjørdist ov gomul at verða luttakari havi eg verið við sum stórasystkin og fyriskipari, og tað hevur verið sera spennandi. Nú eri eg so vorðin so ”gomul”, at eg sleppi at samskipa sýningina saman við Rakul og øllum tykkum ungu!! Tað verður feitt!!


Um Rakul:
Eg eri 23 ár, búgvi í Aarhus og lesi Dramaturgi og Film og tv. Eg havi altíd havt fingrarnar í tí kreativa arbeiðinum, har sjónleikur, tónleikur og sangur eru mítt lívins gull. Eg fann "gullið" niðri í Sjónleikahúsinum, tá eg sum 9 ára gomul, byrjaði á barnasjónleikaskúla hjá Hedvig Westerlund. Síðan hevur sjónleikur og tónleikur verið ein stórur partur í mínum lívið. Eg havi verið við nógvnum sjónleikum í Føroyum, so sum: "Kúlla Knút", "Grease", "Fame", "Í Geyma" og "Ólavsøkukabarettin 2008 og 2010". 

mandag den 2. januar 2012

Lat tínar listarligu dreymar gerast veruleiki

Hetta tíðindaskrivi er í dag sent til allar miðlarnar:

Ung í Føroyum 2012
– Lat tínar listarligu dreymar gerast veruleiki

Stevnan har tey ungu kreativu hittast verður nú aftur! Tann 17. til 19. februar letur Norðurlandahúsið hurðarnar upp fyri 60 ungum í Føroyum, sum tora, duga og vilja. Øll, sum eru 13 ár, men enn ikki 19, kunnu tekna seg innan tann 20. januar.
Til ber longu nú at tekna seg á www.nlh.fo!

11. stevnan
Tann 17. februar fer 11. UíF-stevnan av bakkastokki, tann sætta í Norðurlandahúsinum.
Á Ungum í Føroyum hittast ung úr øllum landinum, sum hava listarlig áhugamál ella fáast við eitthvørt, ið hevur við list at gera. Her kunnu tey hitta onnur, sum hava somu áhugamál og læra nýtt av hvørjum øðrum og av kendum føroyskum og útlendskum listafólkum.
Og her er tað, at ung kunnu vísa Føroyum, hvat ungdómsmentan er, tá ung sjálvi seta dagsskránna.

Fyri øll kreativ ung
Ung í Føroyum hevur onki krav um royndir, stevnan er fyri øll ung, sum eru listarliga áhugaði, bæði til tey, sum hava nógvar royndir, til tey, sum akkurát eru byrjaði, ella til tey, sum bara hava hug at fara í gongd við nakað listarligt.
Tey kunnu royna nýggjar leiðir og mennast innan sítt listaøki, men tað ber eisini til at royna okkurt annað enn tað, tey fáast við til dagligt.
Her kunnu ung hitta onnur, sum fáast vit tað saman sum tey, hitta javnlíkar og eisini síggja, at alt ber til – bert hugflogið setur markið.

Hvat er á skránni?
Fríggjakvøldið verður listaframsýning og sýning av teimum tónleika-, sjónleika- dansi- ella filmsverkunum og øðrum, tey ungu sjálvi hava fyrireikað frammanundan.
Leygardagin verður arbeitt í verksmiðjum allan dagin. Á kvøldi er hugnakvøld og opin pallur.
Sunnudagin verður stóra endasýningina fyrireikað, og sunnudag seinnapart kunnu øll fólk koma at síggja, hvat er avrikað.
Ung í Føroyum er skipað sum ein lega. Tey ungu sleppa at nýta alt Norðurlandahúsinum hetta vikuskiftið, og gist verður í B36-húsinum. Ung, sum fyrr hava verið við, men eru fylt 19, eru hjálparfólk og “stórasystkin” alla stevnuni.

Kapping?
Ung í Føroyum er ikki ein kapping. Tað er ein møguleiki at vísa fram, royna nýtt, menna, tað tey duga og arbeiða saman við øðrum listarliga áhugaðum og virknum í sínum aldri. Tað er ein møguleiki at vísa umheiminum, hvat ung list er í dag, hvat tey halda vera spennandi og viðkomandi.
Ung í Føroyum er ein týðandi sýnisgluggi fyri føroyska ungdómslist.
Tað er hent (og kann henda aftur), at onkur sær eina spennandi sýning ella eitt spennandi listaverk og vil nýta tað. Okkurt av tí, sum hevur verið framleitt á stevnuni, hevur verið sýnt í øðrum høpum, her heima ella í øðrum londum.

Hvørji eru verksmiðjuleiðararnir?

Verksmiðjuleiðararnir eru øll yrkislistafólk, fólk, sum liva av sín list. Tey flestu eru føroyingar, men onkuntíð eru listafólk boðin úr øðrum londum.
Í ár vea tey hesi spennandi og kendu listafólkini verksmiðjuleiðarar á stevnuni: Lena Anderssen og Niclas Johannesen, tónleikur, Brandur Patursson, myndlist, Petur Pólson, skriving, Annfinnur Heinesen, sjónleik, Joël Colas, sirkus og Kate Corkery, frásøgn. Tvær ungar kvinnur, Birna Heinesen og Rakul Thomsen, sum fyrr hava verið luttakarar á stevnuni, og sum nú verða lidnar at lesa dramaturgi, fara at samskipa almennu endasýningina.

UíF á netinum
Ung í Føroyum hevur nú sín egna tíðindablogg ungiforoyum.blogspot.com. Øll tíðindi og upplýsingar eru sjálvandi at finna á heimasíðuni www.ungiforoyum.info og á Facebook-bólkinum við.

Allar upplýsingar um UíF eru at finna á www.ungiforoyum.info og á www.nlh.fo.
Gev gætur: tekningin er byrjað og er einans online. Tekningarfreistin er 20. januar.