So er tekningin til Ung í Føroyum 2012 afturlatin, og tað er greitt, at áhugin er ikki minkaður, hóast stevnan nú hevur 11 ár á bakið. 60 sleppa við á stevnuna og heili 93 ung í øllum landinum hava søkt um at sleppa við á stevnuna.
Tað verður ikki lætt hjá teimum, sum skulu velja út, tí tey allarflestu av hesum hava eisini teknað seg við einhvørjum at vísa fram, nakað sum gevur fyrimun fyri at sleppa inn.
Næstu dagarnar fer útvalið fram og í seinasta lagið tann 1. februar fáa øll boð, um tey sleppa við ella ikki.
Tey, sum ikki sleppa við í fyrstu atløgðu, verða sett á bíðilista.
Verksmiðjuleiðarar og verkætlanarleiðarar gleða seg sera nógv at sleppa at arbeiða saman við hesum ágrýtnu listarligu ungu eitt heilt vikuskiftið!
Í meðan tit bíðja eftir brævinum, kunnu tit hyggja at stevnumyndum frá 2010.
:) hopi at eg og gunn sleppa inn
SvarSlet