mandag den 2. januar 2012

Lat tínar listarligu dreymar gerast veruleiki

Hetta tíðindaskrivi er í dag sent til allar miðlarnar:

Ung í Føroyum 2012
– Lat tínar listarligu dreymar gerast veruleiki

Stevnan har tey ungu kreativu hittast verður nú aftur! Tann 17. til 19. februar letur Norðurlandahúsið hurðarnar upp fyri 60 ungum í Føroyum, sum tora, duga og vilja. Øll, sum eru 13 ár, men enn ikki 19, kunnu tekna seg innan tann 20. januar.
Til ber longu nú at tekna seg á www.nlh.fo!

11. stevnan
Tann 17. februar fer 11. UíF-stevnan av bakkastokki, tann sætta í Norðurlandahúsinum.
Á Ungum í Føroyum hittast ung úr øllum landinum, sum hava listarlig áhugamál ella fáast við eitthvørt, ið hevur við list at gera. Her kunnu tey hitta onnur, sum hava somu áhugamál og læra nýtt av hvørjum øðrum og av kendum føroyskum og útlendskum listafólkum.
Og her er tað, at ung kunnu vísa Føroyum, hvat ungdómsmentan er, tá ung sjálvi seta dagsskránna.

Fyri øll kreativ ung
Ung í Føroyum hevur onki krav um royndir, stevnan er fyri øll ung, sum eru listarliga áhugaði, bæði til tey, sum hava nógvar royndir, til tey, sum akkurát eru byrjaði, ella til tey, sum bara hava hug at fara í gongd við nakað listarligt.
Tey kunnu royna nýggjar leiðir og mennast innan sítt listaøki, men tað ber eisini til at royna okkurt annað enn tað, tey fáast við til dagligt.
Her kunnu ung hitta onnur, sum fáast vit tað saman sum tey, hitta javnlíkar og eisini síggja, at alt ber til – bert hugflogið setur markið.

Hvat er á skránni?
Fríggjakvøldið verður listaframsýning og sýning av teimum tónleika-, sjónleika- dansi- ella filmsverkunum og øðrum, tey ungu sjálvi hava fyrireikað frammanundan.
Leygardagin verður arbeitt í verksmiðjum allan dagin. Á kvøldi er hugnakvøld og opin pallur.
Sunnudagin verður stóra endasýningina fyrireikað, og sunnudag seinnapart kunnu øll fólk koma at síggja, hvat er avrikað.
Ung í Føroyum er skipað sum ein lega. Tey ungu sleppa at nýta alt Norðurlandahúsinum hetta vikuskiftið, og gist verður í B36-húsinum. Ung, sum fyrr hava verið við, men eru fylt 19, eru hjálparfólk og “stórasystkin” alla stevnuni.

Kapping?
Ung í Føroyum er ikki ein kapping. Tað er ein møguleiki at vísa fram, royna nýtt, menna, tað tey duga og arbeiða saman við øðrum listarliga áhugaðum og virknum í sínum aldri. Tað er ein møguleiki at vísa umheiminum, hvat ung list er í dag, hvat tey halda vera spennandi og viðkomandi.
Ung í Føroyum er ein týðandi sýnisgluggi fyri føroyska ungdómslist.
Tað er hent (og kann henda aftur), at onkur sær eina spennandi sýning ella eitt spennandi listaverk og vil nýta tað. Okkurt av tí, sum hevur verið framleitt á stevnuni, hevur verið sýnt í øðrum høpum, her heima ella í øðrum londum.

Hvørji eru verksmiðjuleiðararnir?

Verksmiðjuleiðararnir eru øll yrkislistafólk, fólk, sum liva av sín list. Tey flestu eru føroyingar, men onkuntíð eru listafólk boðin úr øðrum londum.
Í ár vea tey hesi spennandi og kendu listafólkini verksmiðjuleiðarar á stevnuni: Lena Anderssen og Niclas Johannesen, tónleikur, Brandur Patursson, myndlist, Petur Pólson, skriving, Annfinnur Heinesen, sjónleik, Joël Colas, sirkus og Kate Corkery, frásøgn. Tvær ungar kvinnur, Birna Heinesen og Rakul Thomsen, sum fyrr hava verið luttakarar á stevnuni, og sum nú verða lidnar at lesa dramaturgi, fara at samskipa almennu endasýningina.

UíF á netinum
Ung í Føroyum hevur nú sín egna tíðindablogg ungiforoyum.blogspot.com. Øll tíðindi og upplýsingar eru sjálvandi at finna á heimasíðuni www.ungiforoyum.info og á Facebook-bólkinum við.

Allar upplýsingar um UíF eru at finna á www.ungiforoyum.info og á www.nlh.fo.
Gev gætur: tekningin er byrjað og er einans online. Tekningarfreistin er 20. januar.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar