Jóhanna Magnussardóttir, stórasystir hjá framleiðarunum, skrivar:
Um vikuskiftið hava ungdómar og ungdómsmentan hertikið Norðurlandahúsið í Havn og sunnukvøldið verður stór sýning við úrslitunum hetta vikuskiftið. Her er sjálvandi talan um ungdómslistastevnuna Ung í Føroyum, ið er annað hvørt ár í Norðurlandahúsinum.
Onkur spurdi, hvussu tað bar til at gera eina sýning sunnukvøld, har tilfarið varð framleitt sama vikuskifti. Hetta er ógvuliga spennandi, tí sýningin hongur í leysari luft heilt inntil hon sunnukvøld verður loftað, og alt tekur form. Í ár eru tað dramaturgarnir Birna Heinesen og Rakul Thomsen, ið framleiða endasýningina.
Enn ber ikki til at siga, hvussu framførslan verður – bara tað, at hon plagar at vera fantastisk og at tað, ið arbeitt verður við, er ótrúliga spennandi. Tó ber til at siga, at verksmiðjuleiðararnir og framleiðararnir hava verið á fundi í dag og ungdómarnir eru fult í gongd. Her verða løg smíðað, tekstir skrivaðir og søgur sagdar. Her hava verið reyðir bóltar í øllum hugsandi støddum í luftini størsta partin av degnum og ein blómuhandil fekk ein heldur løgnan ordra í dag. Ein rúgva av stólum eru eisini fluttir, men meira vildi sjónleikarabólkurin ikki siga. Eisini segði verksmiðjuleiðarin í myndlist, at hansara ungdómar høvdu arbeitt við bólkatekningum – serliga okkurt við kropslutum í óvanligum støddum.
Framleiðararnir siga, at tær fara at fáa ungdómarnar at brúka stóran part av húsinum – ikki bara pallin – og at sýningin verður í gongd frá byrjan til enda uttan steðg og uttan eina friðarliga løtu. Rest ber til at síggja í Norðurlandahúsinum kl. 18.00 sunnukvøldið.
Atgongumerki á 80 kr. kunnu keypast á www.nlh.fowww.nlh.fo og í húsinum.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar