Sunniva Holm Poulsen, stórasystur í Frásagnarverksmiðjuni, skrivar:
Í dag hevur frásagnarverksmiðjan arbeitt við at fáa ein karakter livandi, og hvussu ymisk fysisk eyðkenni og kroppsfokus stuðla upp um eginleikar og sermerki hjá ein 'leikluti', í søguni tú sigur. Hetta kann vera alt frá eini nøs, ið forvitin snoddar eftir slatri, eini brættari bringu, ið sigur frá dirvi og høgum sjálvsáliti til hendur, hvørs flákran avdúka ivasamar tankar.
Luttakararnir hava í felag skapað eina søgu um ta sjálvglaðu og forkelaðu Einu, hvørs foreldur gera og orna alt fyri hana, so at henni ikki nýtist at lyfta hond frá síðu.
Tá foreldrini bæði tvey gerast so sjúk, at tey kunnu ikki gera annað enn at liggja í songini, ber ikki longur til hjá Einu at sita og smílast eftir sínu egnu spegilsmynd. Hon má út at finna eitt hvørt at lekja foreldrini, men er loysnin í veruleikanum nærri enn hon nakrantíð hevði ímyndað sær?
Ingen kommentarer:
Send en kommentar