Lydia Hansen, stórasystir á Myndlistaverksmiðjuni, skrivar:
Í dag hava tey ungu í verksmiðjuni hongt listaframsýningina upp sjálvi. Eisini hava tey lagt síðstu hondina á “maskottin” Ib, ið skal sýnast fram á pallinum. Tey fyrireika seg til endaframførsluna, og hava funnið ein hátt at taka lut á pallinum, júst sum hinir luttakararnir.
Tey í myndlist hava fingið nakrar draktir frá sjónleikaverksmiðjuni, ið tey hava málað. Meðan tíð er, so sita tey í løtuni og arbeiða uppá nýggj listaverk, ið skulu vera við til listaframsýningina hjá teimum.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar