søndag den 19. februar 2012

Fjølbroytt skrivikynstur

Regin í Dali, stóribeiggi í Skriviverksmiðjuni, skrivar:


Eftir morgunmatin fór skriviverksmiðjan undir at líma orð, tey høvdu klipt út kvøldið fyri, niður á lita papp. Henda venjing ber heitið ”Cut Up”. Við ”The Civil Wars” í oyrunum vóru øll spent við at koma í gongd. Surrealistiska sjálvportrettið tey fingu burturúr var bæði undrunarvert og stuttligt. 

Eftir fruktsteðgin fóru øll inn í verksmiðjuna aftur, og næst á listanum var at lurta eftir einum tónleika stykki í 15 minuttir. Tá stykki var liðugt, mátti arbeiðsfólki fram í teimum ungu. Nú var at skriva tær associatiónir tey høvdu til stykki, niður. Tvær  fóru at gera tekst til ein av tónleikabólkunum, meðan hini arbeiddu víðari við sang-associatiónuum.

Aftaná døgurðasteðgin fóru luttakarnir í ymsar bólkar, og fóru út á hinar verksmiðjurnar at skriva.

Fyri at taka samanum so byrjaði skriviverksmiðjan eitt sindur friðarliga og róliga, men eftir døgurða so fóru tey í gongd við einari rúkandi ferð og nógv kom burturúr. 

UíF 2012 Skriviverksmiðjan

Ingen kommentarer:

Send en kommentar