Lydia Hansen, stórasystir í Myndlistaverksmiðjuni, skrivar:
Dagurin byrjaði við at ungdómurin teknaði hvør sær tíðaravmarkað, og síðani góvu tey tekningina víðari til síðumannin/kvinnuna.
Síðani fóru tey í gongd við egið verk, ið er ein “maskottur” fyri verksmiðjuna á hesum sinnið. Sokallaði “maskotturin” er ein samanseting av 30 ørkum, ið ímynda ein figur, sum tey sjálvi hava gjørt. Annars hava tey eisini havt møguleikan at gjørt figurar úr leiðri.
Sum heild hava tey havt rættiliga fríar teymar, men einasta treytin er, at tey einans kunnu arbeiða við svørtum og hvítum.
Tey ungu hava annars stuttleikað sær óført við koli, og tey flestu høvdu uppá eitt ella annað tíðspunkt svart andlit av koli.
Tónleikur hevur verið ein stórur partur av verksmiðjuni. Luttakararnir hava havt møguleika at lurta eftir egnum tónleiki, annars undir diktaturinum hjá verksmiðjuleiðaranum, sum síðani hevur havt ávirkan á teirra arbeiðsferð.
![]() |
| UíF 2012 Myndlistaverksmiðjan |

Ingen kommentarer:
Send en kommentar