Fyrst vil eg siga, at eg eri hvørt ár bilsin um, hvussu fantastiska nógv man kann fáa burturúr uppá so stutta tíð; tað er heilt ótrúligt.
Vit byrjaðu dagin við at gera nógv sjónleikavenjingar, sum hita upp kropp og rødd og týdningarmest av øllum, setur okkum betri í samband við okkara kenslur, so at sjónleikur kann blíva so veruligur og kensluríkur sum gjørligt.
Vit hava síðani fingið 4 smáar leikir upp at koyra, har ætlanin er at framføra tveir av teimum live og tveir við video, men tað er sjálvandi eingin garanti at sama ætlan verður galdandi í morgin.
Gjøgnumgangandi tráður í venjingunum, hevur verið at fáa mest møguligt søgu og handling við einans kenslum og reaktiónum, heldur enn at brúka nógv orð. Alt hettar hava vit at fingið liðugt uppá ein dag!
Eg má geva Annfinnur rós fyri at klára at fáa so nógv burtur úr luttakarum, har summi ongantíð hava roynt sjónleik fyrr, og eg má geva luttakarunum rós fyri teirra stóra vilja til at læra og blóma í kreativiteti.
Eg gitið út frá tí, sum eg havi sæð í dag, at morgindagurin, fer mest av øllum at snúgva seg um at fínpussa alt, sum vit hava fingið burturúr í dag, og eg ivist ikki í, at tað fer at vera fantastiskt.
![]() |
| UíF 2012 Sjónleikaverksmiðjan |

Ingen kommentarer:
Send en kommentar