søndag den 19. februar 2012

Leygardagurin samanumtikið

At greiða stutt frá einum degi við so nógvum ótrúligum á skránni, er ikki ein einføld uppgáva. 

Fyrst mugu vit ímynda okkum, t Norðurlandahúsið er á tremur við kreativum ungfólkið. Í hvørjum króki eru bólkar sum skapa, nøkur skriva, onnur yrkja nýggjar sangir. Nøkur siga frá søgum, sum tey júst hava funnið uppá. Einastaðni flúgva reyðir bóltar í luftini og aðrastaðni ganga tey í takt til eina trummu. Hetta ljóðar ikki beinleiðis friðarlig, men satt at siga var óvanliga friðarligt í Norðurlandahúsinum í gjár.

Skapandi processin er altíð sera fjølbroytt, men helst er tað galdandi fyri tey flestu, at tær løturnar tú fært mest burturúr, varnast onnur ikki, at tú ert til. Soleiðis kendist tað í gjár. Øll seksti ungfólk vóru so upptikin av tí tey skaptu, at stundir vóru ikki til at rokast.
Í Sirkusverksmiðjun lærdu tey so nógvar ymsar hættir sum gjørligt at lofta stykkum av reyðum túll og reyðum bóltum í øllum støddum. Hálvur annar dagur er ikki nóg mikið at læra sirkuskynstur. Hetta skalt tú venja í áravís, um tú skalt gerast veruliga góður, men at tað við góðar vegleiðing ber til at koma langt, gongur sjón fyri søgn á Ungu í Føroyum.
Tónleikaverksmiðjan plagar at verða i Dansisalinum, tí har er einasta rúmið, sum er ljóðdoyvt. Hetta vikuskiftið er Dansistovan har tey minst hava verið. Tey hava sitið í smáum bólkum í øllum møguligum krókum og yrkt og vant. So friðarligt sum man ikki kann vænta at modernaður tónleikur kann vera. Áhugavert verður at hoyra, hvussu tað fer at ljóða á pallinum sunnukvøldið.


Skriviverksmiðjan hjá Petur Pólson hevur verði eins óstøðum og tónleikararnir. Tey hava verið at funnið kring alt húsið, djúpt konsentreraði skrivandi tekstir kveiktar av tí sum er kring tey.

Myndlistaverkamiðjan hevur satt at siga verið tann mest larmandi, men tað er bert tí tey hava stuttleika sær. Í verkstaðinum handan pallin hava tey teknað risastóra felagsmynd, tekna felagsmyndir uppá tíð og modellera egnar standmyndir.

Frásagnarverkamiðjan hjá Kate Corkery hevur verið í stóra salinum ein part av degnum. Tey hava yrkt eina søgu saman og vant at siga frá henni.

Sjónleikararnir hjá Annfinni Heinesen hava gjørt leikbrot við stórum kenslum og fáum orðum, tað hevur verið hugtakandi at eygleiða.

Leygarkvøldið endaði við hugnakvøldið í føstulávintshýri og opnum palli við sera ymsum framførslum.


Ingen kommentarer:

Send en kommentar