Fríggjakvøldið lat ein sera fjølbroytta myndaframsýning upp í forhøllini í Norðurlandahúsinum. Tó vóru ikki bert myndir sýndar, men eisini ein standmynd og ein træskurður. Stílurin á teimum nógvu listarverkunum var fjølbroyttur. Hvørt listafólk hevði millum eitt verk og fýra verk. Nøkur vóru myrk, meðan onnur vóru ljós; nøkur álvarslig, men onnur skemtilig; summi av teimum vóru makabur, og onnur vóru føgur. Men eitt høvdu tey øll tilfelags: Tey vóru á tremum við kreativari orku.
Her ber til at síggja øll listaverkini:
![]() |
| Listaframsýningin 2012 |
Listaverkini vera hangandi eina viku fram, so tey, sum vitja Norðurlandahúsið, kunnu síggja kreativu verkini.
Hetta er ein vaksandi framsýning, listaverk sum verða framleidd á stevnuni, koma upp at hanga so hvørt. Tey, sum koma at síggja stóru almennu sýningina sunnudagin, kunnu njóta eina væl størri framsýning.


Ingen kommentarer:
Send en kommentar