fredag den 17. februar 2012

Pallroyndir 16. februar 2012

Finn Haraldson, stórasystkin á Ung í Føroyum, skrivar:

Stilt var í Norðurlandahúsinum í dag. Vanliga hevur tað hvørt ár um hesa tíð verið nógv at gera við fyrireikingum til pallroyndinar. Hesaferð gekk tó alt so væl fyri seg, at nógv tíð var til yvirs millum hvørja royndarframførslu. Tíðin var væl brúkt av luttakarunum, og øll vóru sera gávað og dugnalig og tyktust ikki til at vera nakað serliga nervøs.
Elisabeth Nygaard
Mesta av degnum gekk heilt stillisliga fyri seg, tí hjá summum tók tað ikki meira enn nakrar heilt fáar minuttir at fyrireika og framføra teirra stykki. Tónleikararnir vóru fyri tað mesta solistar við antin lættum ljóðførum, ella var ljóðføri longu til staðar á pallinum allan dagin.




Nakrir av luttakarunum søgdu okkum eitt sindur um seg sjálvar.

Andrias H. Blaasvær & Rúni Haraldson
Beiggjarnir Andrias og Rúni spældu eina duetina Ave Maria hjá J.S. Bach - Andrias spældi violin, meðan Rúni stuðlaði við guitar-spæli.
Andrias hevur vant violin í eitt ár á Musikskúlanum, og longu dugdi hann at spæla ein av teimum vøkru stykkjunum hjá Bach. Rúni hevur spælt guitara í skjótt 7 ár, har hann hevur roynt ymiskt innan tónleik. Millum annað var hann guitara-spælari í bólkinum Euthanasia, hevur spælt á ymiskum bólkum í Margarin-fabrikkini, venur viola í sínari frítíð og skal skjótt til upptøkuroynd til MuMi (Musikkskúlamiðnám), sum gevur honum stórar møguleikar innanfyri tónleikakarrieru.
Andrias hevur sera stóran áhuga fyri djórum og ætlar at fara at ganga á tekniska studentaskúlalum í Klaksvík og møguliga blíva zoologur. Í frítíðini venur hann so violin, sum honum dámar væl – men enn hevur Andrias ikki avgjørt, hvat hann vil verða, tá hann verður vaksin. Rúni, harafturímóti, vil verða filmstónasmiður.
Í løtuni gongur Rúni á fyrsta árinum í studentaskúlanum í Hoydølum. Ætlanin er at koma inn á konservatorium í Danmark og har fylgja dreyminum. Rúni hevur verið við fyrr í Ung í Føroyum nakrar ferðir, men hesaferð er fyrstu ferð hjá Andrias, sum er sera spentur uppá at sleppa at møta øðrum ungum listafólkum.


Kristian Magnus Larsen
Kristian hevur spælt klaver í 6 ár, har hann hevur fingið undirvísing í Musikskúlanum. Stílurin hjá honum er at gera cover-løg av sangum, ið honum dámar – sum varierar frá klassiskum sangum til modernaðan tónleik.
Eisini hevur Kristian eina YouTube-kanal, har hann leggur út videoupptøkur av sínum cover-løgum, sum hann spælir á klaverinum heima hjá sær. Upptøkurnar verða gjørdar við heimakamera, men loyva kortini góða ljóðgóðsku.
Til pallroyndina spældi Kristian sína egnu útgávu av tveimum vældámdum modernaðum sangum, ávikavist Party Rock Anthem hjá LMFAO og Rolling In The Deep hjá Adele. Inspiratión fær hann vanliga frá cover-tónleikarum, sum gera sínar egnu útgávur av sangum. Kristian sigur, at hann roynir sum tónleikari at finna sín egna stíl.


Sasho Bjartsson og Harald Joensen
Sasho og Harald framførdu egið verk í dag. Framførslan var fyrst ein sangur, ið eitur “Dansurin”, og síðani stuttur skemtiligur sjónleikur. Orðini til sangin eru skrivað av Karl Weihe Viðstein, meðan Sasho hevur lagt lag til.
Sasho arbeiðir í løtuni í Dekoprint, meðan Harald gongur í 2. s í Hoydølum. Harald hevur drama á miðstig, men hevur eisini valt nøkur vísindalig hástigsfak.
Teir báðir eru við í filmsbólkinum TaðFilmar, sum eru kendir millum føroyingar á YouTube. Tað byrjaði við filmsskeiði í Nólsoy, Nollywood, har teir møttust og lærdu at gera filmar. Tað kom skjótt upp at koyra hjá teimum, og teir blivu væl dámdir á internetinum fyri teirra tónleikavideo og humor. Teir hava millum annað gjørt videoløg fyri Kularrøtur og Strok, og teirra eldhugi bara veksur av tí sama.
Um framtíðina eru teir eitt sindur í iva, men eitt vita teir við vissu: Teir vilja vera við til at samskipa tiltøk kring landið, alt frá barnatiltøkum til stór filmstiltøk – stórt sæð eitt hvørt tiltak, sum kann fremja framgongd í Føroyum.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar