Um hálvan tíma fara pallroyndirnar til fríggjakvøldssýningina á Ungum í Føroyum í gongd.
Tann fyrsta helvtin av teimum, sum skulu royna pallin í Norðurlandahúsinum, eru uttan iva á veg niðan.
Pallroyndirnar eru nógvar og tí er bert stutt tíð til hvønn.
Stundir eru ikki at venja á pallinum, bara at royna at standa í pallljósinum og royna tøknina.
Í morgin kemur hin helvtin, serliga tey, sum ikki búgva í Havn, so teimum ikki nýtist at koma í Norðurlandahúsið tvær ferðir somu viku.
Birna Heinsen og Rakul Thomsen sum báðar skulu framleiða stóru sýningina sunnudagin, fara saman við verkætlanarleiðara Rakel Helmsdal, at standa fyri pallroyndunum.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar