fredag den 10. februar 2012

Stórur felagsfundur

Í morgin, leygardagin 11. februar, byrjar Ung í Føroyum so smátt. Kl. 15 hittast allir luttakarar á einum stórum felagsfundi í Norðurlandahúsinum.

Her kunnu tit ungu hitta hinar lutakararnar á stevnuni, og serliga tey, sum tit fara at virka saman við á verksmiðjunum. Flestu verksmiðjuleiðarar fara eisini at verða til staðar, teir, sum ikki fáa komið, fara at vera tøkir á telefon ella skype.

Tað er av alstórum týdningi, at allir luttakarar møta. Verksmiðjuleiðararnir fara her at lodda dýpi, at vita hvørju áhugamál tit hava, og eftir hesum fara teir at leggja sjálva stevnuna til rættis. Kanska fara teir eisini at geva tykkum onkra áhugaverda uppgávu heim við at hugsa um hesa vikuna, áðrenn stevnan byrjar.


Við á fundin skulu tit hava:
  1. Ein persónaligan lut (kann vera alt frá eini svávuldós til eitt lummaur...) ella ein setning ella eina mynd. Spyr ikki hví, endamálið er loyniligt :) 
  2. Kvittan fyri goldið luttakaragjald. Hetta er alneyðugt – tey sum ikki hava goldið, verða strika av listanum. Luttakaragjaldið er 600 kr og skal gjaldast á konto nr. 9181 1200196 í Eik. Minst til, at viðmerkja navn títt. 
  3. Tey, ið sýna fram myndlist, skulu hava myndir, standmyndir ella annað, tey vilja sýna, við, soleiðis at framsýningin kann leggjast til rættis í góðari tíð. 
  4. Tey, ið skulu sýna fram á palli, skulu hava neyvar upplýsingar um framførsluna: heiti og longd (tó í mesta lagið 5 min.) á tykkara innslagi og lista yvir tað, sum neyðugt er av tøkni ella tilfari. Tey, sum brúka t.d. fløgur, skulu hava eitt avrit, og lata tað verða eftir í Norðurlandahúsinum. 
  5. Tey, sum hava verk á dvd at vísa fram, skulu lata okkum eitt avrit, og sjálvi hava upprunabandið/fløguna við á stevnuna. 

Vit rokna við, at øll møta á hesum fundinum um ikki góðar grundir forða fyri tí (t.d. sjúka). Ber tað tær ikki til at koma, so gev boð frammanundan. Kemur tú ikki á fundin og hevur heldur ikki givið boð, rokna vit við, at tú ikki ætlar tær á stevnuna, og ein á bíðilistanum fær títt pláss.



Hesar eru reglurnar fyri Ung í Føroyum í Norðurlandahúsinum: 
  1. Tit, sum eru við á stevnuni, skulu møta stundisliga og vera við til ALT, t.v.s. frá fríggjadag seinnaparti til sunnukvøldið eftir stóru framførsluna. 
  2. Tað ber ikki til at fara heim ímillum, gera persónlig ørindi ella líknandi. Stevnutíðin er alt ov stutt at taka tíð burturav til annað! 
  3. Ung í Føroyum er eitt royk- og rúsfrítt tiltak, og brot á hesa fyriskrift førir til, at viðkomandi ikki sleppur at halda fram á stevnuni. 


Vit gleða okkum ómetaligt til at hitta tykkum øll!!


Ingen kommentarer:

Send en kommentar