torsdag den 23. februar 2012

Tónleikaverksmiðjan í stuttum

Nicolai Jensen, stóribeiggi hjá Tónleikaverksmiðjuni, sigur frá:

1. dagur
Aftaná sýningarnar vóru vit í tónleikabólkinum býtt upp í 4 bólkar. Síðani fóru vit hvør til sín at skriva eitt lag. Eg byrjaði við at hjálpa runt í bólkunum við ymisk umhugskot, tad sama gjørdu Niclas og Lena. At enda høvdu bólkarnar fingið hol á sangskrivingini.

2. dagur
Vit byrjaðu beinanvegin at royna at skriva løgini liðug til klokkan 13. Bólkarnir vóru tó lidnir uml. kl 16. Tá savnaðust vit og royndu at seta bólkar saman, so at hvør bólkur fekk ein tummuspælara. Løgini vóru presenteraði fyri bólkunum og kritikkur og hugskot til framførslu varð givin. Vælnøgd og væl á leið til konsertina sunnudagin, endaðu vit dagin. Hugnakvøldi var komi, og eg goymdi meg All around. (Sipað verður til postarenningina, har ein postur var "Finn Nicolai") :)

3. dagur
Øll framførdu fyri hvørjum øðrum og vit vandu løgini so væl vit kundu. Vit bóru útgerðina inn í konsertsalin og tóku sangirnar ígjøgnum nakrar ferðir fyri at vissa okkum um, at alt var, sum tad skuldi, td. ljóðið í monitorunum, ljóð levels.
Vit fóru hvør til sín og gjøgnumgingu sangirnar, so at vit vóru mentalt klár til framførsluna.

Her eru fleiri myndir frá verksmiðjuni:
UíF 2012 Tónleikaverksmiðjan

Ingen kommentarer:

Send en kommentar