At fáa eina so stóra stevnu sum Ung í Føroyum at mala runt krevur nógvar hendur. Til Ung í Føroyum eiga ung hjálparfólk, ið vit kalla stórasystkin, nakrar av hondunum. Uppgávur teirra eru bæði kreativar og praktiskar.
Stórasystkini hava øll verið við á Ung í Føroyum fleiri ferðir og eru nú blivin ov gomul at luttaka á stevnuni. Hvør verksmiðja hevur eitt stórasystkin knýtt at sær og stórasystkini hesaferð eru:
Bjarni Falkvard Joensen, sirkus
Jimmy Jønsson, sjónleikur
Lydia Hansen, myndlist
Nicolai Jensen, tónleikur
Regin í Dali, skriving
Sunniva Holm Poulsen, frásøgn
Finn Haraldson, tíðindi
Jóhanna Magnusardóttir, framleiðsla.
Jóhanna er eisini "yvirstórasystkin", hon samskipar stórasystkinabólkin.
Her er eitt sindur um tey (enn eru ikki øll cv innkomin, tey koma so við og við...)
Jimmy Jønsson
Jóhanna er eisini "yvirstórasystkin", hon samskipar stórasystkinabólkin.
Her er eitt sindur um tey (enn eru ikki øll cv innkomin, tey koma so við og við...)
Jimmy Jønsson
Eg byrjaði at intressera meg fyri at syngja, tá eg gekk í 6. ella 7. klassa, og eg havi altíð dáma at spælt býtt, sum forklárar hví eg dámi væl at spæla sjónleik.
Eg havi luttikið í "Ung í Føroyum" tríggjar ferðir; tvær ferðir í tónleiki og eina ferð í sjónleiki. So havi eg eisini luttikið í "Ung i Norden" eina ferð, har ið eg eisini var á sjónleikaverksmiðjuni. Um alt hettar ikki er nokk, so var eg eisini við í sangleikinum HAIR, sum bleiv spældur í Norðurlandahúsinum, so man kann siga at sjónleikur og tónleikur ganga hond í hond í mínum lívið! :-)
Lydia Hansen
Navnið er Lydia Hansen, eg eri 19 ár og eri úr Gøtugjógv. Í 2011 gjørdist eg studentur.
So leingi sum eg minnist, so hevur mær altíð dámað væl at tekna og mála. Tað er ein áhugi, ið er komin fyri at vera. Fyri skjótt 6 árum síðani fekk eg so mítt fyrsta myndatól í føðingardagsgávu, og líka síðani tá havi eg tikið myndir. Eg havi gjørt nógv ymiskt tá tað kemur til myndatøku; eitt nú fløguhúsar, mótamyndarøðir og ymiskt annað. Eigi ymiskar myndir í bløðum, bókum, og í løtuni havi eg eina mynd, ið verður sýnd fram á einum museum í Svøríki. Sum heild hevur myndatøka (og myndlist) sera nógv at siga í mínum lívi, og tað er nakað, ið eg heilt sikkurt ætli mær víðari við.
Eg havi verið við í UíF tríggjar ferðir fyrr, og tað hevur altíð verið líka stuttligt og áhugavert og ikki minst læruríkt. Eg kundi tí ikki siga nei, tá ið Jóhanna spurdi meg, um eg hevði hug at vera stórasystkin í ár.


Ingen kommentarer:
Send en kommentar